Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norra, Írland og Spania viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat

Hesum boða hesi trý londini frá í dag í felagsyvirlýsing. Uttanríkisráðharrin í Ísrael hevur kallað síni sendifólk heim úr Írlandi og Norra

– Eg eri sannførdur um, at fleiri lond fara at gera sum vit gera og taka hesi neyðugu stigini komandi vikurnar.

Tað sigur forsætisráðharrin í Írlandi, Simon Harris, á tíðindafundi fyrrapartin, nú Írland, Spania og Norra alment siga seg viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat. Norra og Spania ger tað á embætismannastigi tann 28. mai.

Írska stjórnin sigur, at viðurkenningin stuðlar einari tvey statsloysn, sum stjórnin heldur vera avgerandi fyri varandi frið í økinum.

– Hetta er einasta loysnin til varugan frið og trygd fyri Ísrael, fyri Palestina og fyri fólkið har, sigur írski forsætisráðharrin.

Sendifólkini kallað heim
Tíðindafundurin, har felagsyvirlýsingin frá Írlandi, Norra og Spania varð løgd fram, var ikki meira enn liðug, so boðaði uttanríkisráðharrin í Ísrael, Israel Katz, frá, at hann hevur biðið sendifólkini í Írlandi og Norra koma heim í stundini.

Í einum uppslagi á X, fyrrverandi Twitter, skrivar hann, at “dagsins avgerð sendir ein boðskap til palestinar og restina av heiminum, at yvirgangur lønar seg.”

Forsetin í Palestina, Mahmoud Abbas, heilsar, sambært Sky News, viðurkenningini vælkomin, og mælir øðrum londum at gera tað sama.