Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útróðrarbátur fór at leka

Fyri løtu síðan fekk MRCC eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur var farin at leka. Tilbúgvingin er tilkallað

MRCC fekk fyri løtu síðan eini boð frá einum útróðrarbáti, at báturin var farin at leka og hevði tørv á hjálp. Ein maður er við útróðrarbátinum.

Tað skrivar jn.fo.

MRCC hevur sent boð eftir tyrluni og Aron, sum er gamli Ziska í Klaksvík.

Jn.fo skrivar, at tyrlan og Aron eru nú hjá bátinum, sum er staddur eystanfyri, har maskinrúmið er fult í sjógvi, men tá bæði tyrlan og bjargingarbátur nú eru komin á staðið, so verður roknað við, at einsamalli maðurin verður bjargaður.

Veðrið er hampiligt á leiðini.