Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kroystur at gjalda pening

Ein maður skuldi gjalda nógvan pening, tí gjørdi hann ikki tað, so varð hótt við, at avdúkandi myndir fóru at verða almannakunngjørdar

Í gjár fekk Føroya Politi eina fráboðan frá einum manni í Havn um, at hann var vorðin kroystur at gjalda pening, tí gjørdi hann ikki tað, so fóru avdúkandi myndir av manninum at verða deildar til vinir og kenningar hjá hesum manni, og tí valdi hann at melda málið.

Maðurin hevði havt samband við eitt útlendskt fólk á sosialum miðli, sum gav seg út fyri at vera ein kvinna, har hendan “kvinnan” ynskti at fáa myndir av manninum, ið kanska ikki hoyra heima í einari familjumyndabók. Men tá ið maðurin hevði sent nakrar avdúkandi myndir at sær sjálvum, so komu hóttanir, har maðurin varð kroystur at gjalda pening, tí annars fóru myndirnar at verða almannakunngjørdar.

Maðurin rindaði eina upphædd, sum løgreglan ikki vil upplýsa upphæddina á, men valdi síðan at melda hetta málið til løgregluna.

Føroya Politi sigur, at tað er ikki nógv, sum løgreglan fær gjørt við tílík mál, av tí at talan er um dulnevnd fólk, sum kunnu sita hinumegin jarðarknøttin.

Tí heitir løgreglan enn einaferð á fólk um ikki at lata seg lynda, tá tey verða kroyst at gjalda pening fyri eitthvørt, sum teimum hevur verið fyri á onkrum sosialum miðli, tí løgreglan sigur seg ikki vita um dømi, har avdúkandi myndir eru sendar til familju og vinir hjá viðkomandi, ið hevur verið kroystur at gjalda.

Eisini heitir løgreglan á fólk um at brúka vit og skil, tá vit ferðast á internetinum, og at fólk hugsa seg eina eyka ferð um, tá vit senda myndir til fólk, sum kunnu verða nýttar ímóti einum.