Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hanus biður orsaka fyri sín málburð eftir dystin móti B36

– Eg eri skjótur at tosa, tá tað gongur væl, men eg skal eisini vera tann fyrsti til at siga frá, tá eg havi gjørt ein feil, og tað gjørdi eg eftir dystin móti B36, sigur HB-spælarin Hanus Sørensen, sum kemur við einari umbering til B36

– Eg vil gjarna orsaka fyri mín málburð eftir dystin ímóti B36. Eg var illur og irriteraður um nakað, sum var hent í dystinum. Og tá pulsurin er høgur, og man sum eg ofta tosar áðrenn man hugsar, so kann tað koma fyri, at man sigur okkurt býtt, og tað gjørdi eg eftir dystin.

Tað sigur HB-spælarin Hanus Sørensen, eftir at hann hevði úttalað seg til FM1 eftir dystin móti HB farna mánadag, ið HB vann 2-1.

Í samrøðuni við FM1 sigur Hanus Sørensen millum annað, at B36-spælarar hava onga virðing fyri HB, tí teir ikki koma yvir til HB-húsið, áðrenn gingið verður inn á vøllin, umframt at hann legði spælarar hjá mótstøðuliðnum undir ikki vera nóg grammar frammanfyri málið, og at tað sæst á teimum, umframt at tað er týpiskt, at spælarar hjá B36 brúka orku upp á at skelda dómaran eftir dyst.

Eftir dystin millum HB og B36 fekk millum annað Hannes Agnarsson tvey gul kort – og harvið reytt – fyri kjaftaslit, og tað er nokk tað, ið Hanus Sørensen sipar til í samrøðuni.

Hesar útsagnir frá Hanusi hevur fingið øði í nøkur fólk, sum leggja eftir Hanusi fyri sín málburð eftir dystin, men leggja eisini eftir FM1, tí miðilin altíð tosar við Hanus Sørensen eftir dyst – serliga ímóti B36.

Sjálvur sigur Hanus Sørensen, at hann bar seg skeivt at eftir dystin.

– Eg eri skjótur at tosa, tá tað gongur væl, men eg skal eisini vera tann fyrsti til at siga frá, tá eg havi gjørt ein feil, og tað gjørdi eg eftir dystin, og tí vil eg gjarna biða orsaka fyri málburðin. Eg gjørdi órætt við mínum málburði, bæði yvirfyri B36, men eisini yvirfyri øllum teimum børnum og ungum, sum síggja upp til okkum fótbóltsspælarar, sigur Hanus Sørensen.

Les eisini...  Brandur: - Eg havi saknað at spælt fótbólt

Leggur upp til nógv mál
Undan hesum kappingarárinum segði nýggi HB-venjarin, Adolfo Sormani, at hann hevði í hyggju at flyta Hanus Sørensen fram á miðvøllin, tá felagið gjørdi sáttmála við Mathias Voss undan hesum kappingarárinum, og tað hevur hilnast heilt væl.

Eftir tíggju umfør í Betri Deildini, so hevur Hanus Sørensen, sambært bolt.fo, flest upplegg, tí hann og Petur Knudsen úr NSÍ hava lagt upp til seks mál í part.

HB liggur í løtuni nummar tvey í Betri Deildini. Bæði liðini hava 27 stig eftir tíggju umfør, men Víkingur hevur +21 í málmuni, meðan HB “bert” hevur +15.