Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mentanarnáttin á Tvøroyri útsett

Verkfallið órógvar fyrireikingarnar

– Verkfall er og hetta órógvar fyrireikingarnar so mikið, at vit hava gjørt av at útseta Mentanarnáttina, ístaðin fyri at hava eina Mentanarnátt, har fleiri tiltøk ikki lata seg gera at fyriskipa.

Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari.

Mentanarnáttin á Tvøroyri, er nú útsett til 5. juli.

– Arbeitt verður nú við at fáa nýggju skránna klára til 5. juli og tíbetur sær út til, at við vælvild frá øllum, so fara vit at hava eina frálíka mentanarnátt, enn einaferð, skrivar kommunan.