Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skála framskundar dyst vegna Champions League finaluna

Dysturin millum Skála og ÍF er framskundaður tveir tímar

Skála hevur í ljósinum av Champions League finaluni flutt dystin móti ÍF frá klokkan 19 til klokkan 17 leygardagin 1. juni.

Dysturin millum B68 og EB/Streymur er longu ásettur av byrja klokkan 17 leygardagin, so nú verða báðir dystirnir leygardagin klokkan 17.

Hetta eru rættiliga spennandi dystir, tá tað kemur til botnstríðið í Betri Deildini, tí hetta eru liðini í botn-4, sum møtast leygardagin.

Skála hevur tíggju stig, EB/Streymur hevur sjey stig, meðan B68 og ÍF hava trý stig hvør.

Champions League finalan, sum í ár er millum Borussia Dortmund og Real Madrid, byrjar klokkan 20. Finalan verður spæld á Wembley í Onglandi.