Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koks arbeiðir við ætlanum í Føroyum

Flaggskipið í føroysku matstovuvinnuni, Koks, hevur ikki longur tvær Michelin-stjørnur.

Tað var greitt í gjárkvøldið, tá ið Michelin-stjørnur vóru latnar í Helsinki í Finnlandi í gjárkvøldið.

Pól Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks, sigur, at tað er fyrst og fremst tí at Koks seinastu árini ikki hevur havt nakra fasta adresssu og at tey hava boðað frá, at hetta er seinasta summarið, sum matstovan hevur opið í Grønlandi.

Hann sigur seg væl skilja avgerðina um ikki at lata Koks stjørnur, men sigur eisini, at arbeitt verður við ætlanum um at flyta Koks aftur til Føroyar á eina afasta adressu.

Ætlanirnar eru tó ikki komnar so langt, at nakað ítøkiligt er at leggja fram, sigur hann.