Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúkrabilur rendi á seyð

Bilurin fekk nakað av skaða

Í morgun hendi eitt lítið ferðsluóhapp millum Skipanes og Skálabotn, tá ein sjúkrabilur, sum koyrdi suðureftir, rendi á ein seyð.

Eysturoyarportalurin skrivar, at sum skilst, so var tað ein ær, sum var komin út á landsvegin, sum var orsøkin til óhappið.

Sjúkrabilurin fekk nakað av skaða av óhappinum, og óhappið hendi undir vanligari koyring, skrivar miðilin.

Tó doyði ærin av løstunum.

(Mynd: Eysturoyarportalurin)