Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tríggir seyðir deyðir av elektriskum stoyti

Brek var á einum el-steyra í Trongisvági

Mikudagin 22. november varð Tvøroyrar kommuna gjørd varug við, at brek var á einum el-steyra í Trongisvági.

Tíverri elvdi brekið til, at tríggir seyðir eru deyðir av elektriskum stoyti.  

Steyrin stendur inni á einum traðarstykki, ið liggur uppat landsvegnum har.

– Brekið er rættað av el-innleggjara, og upplýsast kann, at nevnda vegastrekkið har el-steyran stendur, er enn av gamla slagnum við luftlinju, sum verður nútímansgjørt við nýggjum LED-ljósum við kábulføring. Hetta í sambandi við, at landsvegurin til Hvalbiar verður breiðkaður í næstum av Landsverki, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari.

Kommunan leggur afturat, at streymur er ikki á linjuni um dagin, tá ið tað er ljóst, men bara tá ið gøtuljósið er tendrað.