Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gilli um flotta sigurin hjá TB á B36: Vit hildu allar avtalur og gjørdu tað kanóngott

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við liðskiparan hjá TB, Gilla Rólantsson og høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík um 1-0 sigurin hjá TB á B36 í tí fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Ein fegin Gilli staðfestir: Vit hildu allar avtalur og gjørdu tað kanóngott. Gilli greiðir frá, at teir vistu, at teir fóru at fáa onkran málmøguleika, og teir megnaðu at taka av tá høvið býðst. TB hevði eisini granska B36 væl og virðiliga undan dystinum, og vóru tí væl fyrireikaðir uppá hvat B36 fór at koma við.

Dan staðfestir eitt ov slakt avrik, har B36 ikki megnaði at taka av málmøguleikunum sum vóru, og heldur ikki megnaði at byrgja fyri, at TB fekk eitt mál. Men Dan slær fast, at talan verður um ein heilt annan dyst í seinnu hálvfinaluni á ovara vølli í Gundadali, mikudagin 19. juni.