Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grillaður av sínum egnu

Frihedsbrevet grillar sín stjóra, Mads Brügger, fyri dokumentarrøð, sum er fíggjað av danska statinum

Ábyrgdarstjórin í danska Frihedsbrevet, Mads Brügger, er undir ákoyringum fyri sín leiklut sum vertur í nýggja dokumentarrøðini hjá danska TV2 “Den Sorte Svane”, sum er fíggjaður av danska statinum, og tað er ikki fallið í góða jørð hjá teimum, ið arbeiða í Frihedsbrevet.

Spurnartekn verða sett við, at Mads Brügger, sum ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, hevur gjørt øllum greitt, at miðilin ongan stuðul skal hava frá statinum, men at hann samstundis hevur brúkt langa tíð at gera ein dokumentar, ið hevur fingið 4,3 milliónir krónur í stuðli frá Det Danske Filminstitut.

– Eg havi ongantíð sagt, at eg eri ímóti øllum miðlastuðli, og at eg sjálvur ikki hevði viljað fingið miðlastuðul, men skalt tú gera dokumentarfilmar í Danmark, so er eingin vegur uttanum almennan stuðul frá Det Danske Filminstitut, siger hann við Frihedsbrevet.

Í samrøðuni greiðir Mads Brügger frá, at orsøkin, hví hann tók avgerð um at samstarva við TV2 um dokumentarrøðina er, at Frihedsbrevet ikki sjálvt kann lyfta uppgávuna at gera dokumentarin í mun til arbeiðið, sum krevst at gera dokumentarrøðina.

Journalisten skrivar, at Mads Brügger hevur gjøgnum tíðirnar fleiri ferðir fingið miðlastuðul, millum annað tá hann arbeiddi fyri DR í 12 ár og seinni sum stjóri á Radio24syv í átta ár.

Ábyrgdarstjórin á Frihedsbrevet vil ikki siga Frihedsbrevet, hvussu nógv hann sjálvur hevur fingið av hýru fyri sítt arbeiði fyri “Den Sorte Svane”, sum verður vístur á TV2.

Í dokumentarrøðini kemur fram, hvussu brotsmannaundirheimurin samarbeiðir við “Yvirdanmark”, sum tað verður nevnt í røðini, har umfatandi svik verður avdúkað.

Røðin kann eisini fáa politiskar fylgjur, tí ráðharrar eru nú kallaðir í samráð í danska Fólkatinginum í kjalarvørrinum av sendingini.

Les eisini...  Landsliðsúttøka mánadagin

Hevur tú TV2 Play, so ber til at síggja “Den Sorte Svane” her.