Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hansi Flick skal venja Barcelona

Týski venjarin hevur skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fram til 30. juni 2026

Hansi Flick er í dag vorðin kunngjørdur sum venjari hjá katalanska stórfelagnum Barcelona. Sáttmálin er galdandi fram til 30. juni 2026.

Síðan Barcelona kunngjørdi, at felagið leitaði eftir nýggjum venjara, hevur Flick verið settur í samband við felagið. 59 ára gamli Flick hevur drúgvar royndir innan venjarayrki, bæði sum hjálparvenjari og høvuðsvenjari.

Frá 2006 fram til 2014 var hann hjálparvenjari hjá týska landsliðnum, sum gjørdist heimsmeistari í 2014. Í 2019 gjørdist hann høvuðsvenjari hjá týska stórfelagnum Bayern München. Við Flick á odda vann Bayern München ta sokallaðu ’treble’. Eftir tíðina í Bayern München gjørdist hann í 2021 venjari hjá týska landsliðnum fram til septembur í fjør, tá hann var uppsagdur.

Flick avloysir fyrrverandi Barcelona leikaran, Xavi, ið hevur verið venjari fyri Barcelona síðan novembur í 2021. Í hesum tíðarskeiðnum hevur Barcelona vunnið eitt meistaraheiti.

Í ár endaði Barcelona nummar tvey í sponsku deildini við 85 stigum, meðan Real Madrid fóru avstað við meistaraheitinum við 95 stigum.