Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

25 dystir – 25 ymiskar leikaralistar

Loysir tað seg við hvørt at koyra venjaran?

Í gjár hoyrdu vit so aftur at enn ein landsliðsvenjari var koyrdur heim og hesaferð var tað pólski landsliðsvenjarin Fernando Santos, sum eftir øllum at døma ikki hevur megnað at lyfta Pólland úr niðurtúrinum, sum teir eru á nú.

Lesi um tað her:

Í síðstu viku koyrdi týska fótbóltssambandið Hansi Flick til hús, sum við 25 dystum á CV’num ikki kláraði at venda negativu gongdini hjá týska landsliðnum. Eftir tapi móti Japan í venjingardysti, sum endaði 1-4, fleyt bikarið yvir og Hansi Flick fekk sekkin.

Til tey, sum dáma væl hagtøl og annað, so kann sigast at Hr. Flick megnaði at framleiða 2 met.

  1. Hann er fyrsti týski landsliðsvenjarin, sum er koyrdur
  2. Í øllum 25 dystunum hevði hann ongantíð somu uppstilling, t.v.s. at hann byrjaði ongantíð við somu 11 leikarum í hesum 25 dystum.

Týskvøldið 12. september leikti Týskland so vinardyst móti Fraklandi og her bragdaði. Týskarir vunnu dystin 2-1.

EM 2024 verður í júst Týsklandi og spennandi verður at síggja hvør verður venjari hjá vertunum og um viðkomandi klárar at venda gongdini.