Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

TB vann á B36 í fyrru hálvfinaluni

TB vann heilt óvæntað á B36 í fyrra dystinum í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið

Undan dystinum var tað púra greitt, at B36 var greiður favorittur at spæla seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið. B36 spældi eisini betri enn heimaliðið ein stóran part av dystinum, men tað var ikki nóg mikið til at fáa eitt gott úrslit við til Gundadal.

Stutt fyri at vanliga leiktíðin var farin, fór TB í álop. Liðskiparin hjá tvørámonnum, Gilli Rólantsson Sørensen, spældi bóltin inn ímóti miðjuni í brotsteiginum, har eydnaðist tað einum TB-leikara at gerast fyrstur á bóltinum, og síðan verða feldur av einum B36-leikara: Brotsspark til TB.

Brotssparkið tók Nikolai Johannesen. Hann skeyt bóltin hart til vinstru síðu, og so var støðan 1-0 til TB, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Seinna hálvfinalan millum TB og B36 verður spæld í Gundadali tann 19. juni.