Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Átaksráðið fylgir gongdini

Meðan verkfall er, hittist Átaksráðið regluliga at umrøða viðurskifti av stórum samfelagsligum týdningi

Støðan í samfelagnum, nú verkfallið er í triðju viku, var til umrøðu í Átaksráðnum mikudagin. Átaksráðið umrøður bert støður og evni av stórum samfelagsligum týdningi og viðurskifti, sum kunnu hótta veitingartrygdina til týðandi øki í samfelagnum.

– Sum heild virkar hesin parturin av samfelagnum uttan stórvegis avbjóðingar. Millum annað er nóg mikið av brennievni í landinum í nakrar vikur afturat. Hóast onkrir matvørubólkar ikki eru at fáa, er í løtuni ikki trot á mati, og tað er ikki trot á fóðri til neyta-, seyða- og onnur djórahald, sigur Átaksráðið.

Átaksráðið hittist eina ferð um vikuna og fylgir gongdini gjølla.

Fastir limir í Átaksráðnum eru Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, Vørn/MRCC, Føroya Politi, Arktisk Kommando, Umhvørvisstovan, Kommunufelagið/kommunala tilbúgvingin og Heilsustýrið.

Átaksráðið vísir til Kreppuráðið fyri Føroyar.