Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Blokada uttanfyri J & K Petersen og Articon

Politiið bað verkfalsfólk fara av sjálvum arbeiðsøkinum hjá hesum báðum fyritøkum, men ger einki við blokaduna uttanfyri hesi arbeiðspláss á Sandvíkarhjalla

Í morgun varð sent boð eftir løgregluni, tí verkfalsfólk vóru inni á økinum hjá J & K Petersen og Articon á Sandvíkarhjalla.

Løgreglan bað fólkini fara av økinum, men blandar seg annars ikki viðvíkjandi blokaduna uttanfyri hesi bæði arbeiðspláss í morgun.

Verkfalsfólkini fingu bert at vita, at tey ikki skulu taka seg inn á privat øki.