Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Soleiðis sær semjan ítøkiliga út

Semja er nú gjørd millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar. Talan er um eitt lønarlyft og lønarhækking upp á tilsamans 16,80 krónur yvir tvey ár

Semjan gevur eina eyka inntøku upp á 8,46 kr. fyrsta árið og 8,34 kr. seinna árið. Lønarhækkingin er frá 1. mai.

Harumframt koma 0,8 prosent omaná eftirlønina frá 1. januar 2025.

Tá verkfallið bjóðaðu arbeiðsgevararnir 4,20 kr. um tíman fyrsta árið og 2,76 kr. seinna árið, ella tilsamans 6,96 kr yvir tvey ár.

Tá tað kom til stykkis, so er hækkingin 13 prosent, íroknað lønarlyft upp á 3,75 kr. um tíman fyrsta árið og 3,50 kr. um tíman seinna árið.

Verkafólk hava víst á, síðan verkfallið byrjaði, at fasti samráðingarkarmurin í prosentum, skapar ein størri og størri skeivleika í lønarlagnum, har lægstløntu bólkarnir gerast alsamt meira afturútsigldir.

– Tí fegnast vit um, at hava samráðst um lønarhækkan í krónum og oyrum heldur enn prosentum. Eisini fegnast vit um, at ein partur av avtaluni er eitt lønarlyft, ið lyftir lønina hjá verkafólki tættari øðrum lønarbólkum, skriva tey fimm arbeiðarafeløgini, sum nýggi sáttmálin er galdandi fyri.

– Eftir fýra vikur í verkfalli er tíðin komin, at Føroyar aftur kemur upp í ferð. Verkfallið hjá føroyskum verkafólki hevur veruliga sett samfelagið undir trýst. Tí eru vit veruliga takksom fyri stóra stuðulin, ið vit hava fingið frá føroyingum, skriva Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í felagsskrivi.