Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mbappe skiftir til Real Madrid

Real Madrid hevur í kvøld kunngjørt, at franska heimsstjørnan, Kylian Mbappe, skiftir til felagið í summar

Leingi er tað, ið væl skal vera; Kylian Mbappe hevur loksins skrivað undir við Real Madrid.

Skiftið hjá Mbappe til Real Madrid hevur verið uppá tal í fleiri ár, og nú er tað veruleiki. Tað boðar spanska stórfelagið frá í kvøld í einum almenum tíðindaskrivið. Sambært altjóða miðlum, millum annað BBC, so er talan um ein fimm ára sáttmála.

Fyri tveimum árum síðan bendi nógv á, at franska stjørnan fór at skifta til Real Madrid, men tað bleiv av ongum. Mbappe skrivaði ístaðin undir ein nýggjan sáttmála við franska stórfelagið Paris Saint-Germain (PSG), sum hann hevur leikt fyri síðan 2018.

Seinastu mánaðirnar er 25 ára gamli Mbappe aftur setur í samband við Real Madrid, av tí at sáttmáli hansara við PSG gongur út í summar. Sostatt var tað ikki neyðugt hjá Real Madrid at keypa fraklendingin úr sáttmálanum við franska felagið.

Mbappe fekk sítt gjøgnumbrot við Monaco í kappingarárinum 2016/2017, tá felagið vann franska meistaraheitið. Umframt franska meistaraheitið eydnaðist tað felagnum at spæla seg í hálvfinaluna í Champions League. Í 2018 skifti hann Monaco út við PSG, har hann hevur vunnið franska meistaraheitið seks ferðir. Í hesum tíðarskeiðnum hevur franska stjørnan leikt 308 dystir og skorað 256 mál fyri PSG.

Umframt at vera stjørnan í PSG, so hevur Mbappe eisini verið stjørnan á franska landsliðnum í fleiri ár. Hann spældi eisini ein týðandi leiklut, tá Frakland vann HM í Russlandi í 2018. Í 2023 gjørdist Mbappe liðskipari á landsliðnum, eftir at táverandi liðskiparin, Hugo Lloris, gavst.

Nýggja felagið hjá Mbappe vann Champions League fyri fimtandu ferð í søgu felagsins um vikuskiftið. Umframt Champions League vann Real Madrid eisini spanska meistaraheitið í ár.