Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjóvinnustýrið hevur nú yvirtikið ábyrgdina av vitaverki og sjóuppmáting

Málsøkið Vitaverk og sjóuppmerking er nú komið á føroyskar hendur, og hetta varð markerað við hátíðarhaldi á Sjóvinnustýrinum á Giljanesi í dag, 3. juni

– Vit gleða okkum at fara í gongd við hetta nýggja arbeiðsøkið og lova at røkja tað væl.

Tað segði Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum millum annað í røðu síni, nú stýrið í dag hevur yvirtikið ábyrgdina av vitaverki og sjóuppmáting.

Samstundis varð samstarvsavtala undirskrivað við danska Søfartsstyrelsen, ið higartil hevur umsitið økið, sum setir karmarnar um samstarvið millum Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen framyvir.

Sjóvinnustýrið hevur stovnað nýggja deild – Vitaverk og sjóuppmerking – har Asbjørn Østerø er deildarleiðari. Afturat honum er Georg Jakobsen, sum er teknikari. Eisini verða tíggju vitapassarar knýttir at Sjóvinnustýrinum sum tímalønt starvsfólk. Sjóvinnustýrið hevur yvirtikið øll hesi starvsfólk frá Søfartsstyrelsen.