Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Svitzer Hymer er ársins skip í FAS

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2023, og vinnarin gjørdist Svitzer Hymer hjá Svitzer Faroe Islands.

– Talan er um sama skip, sum eisini var vinnarin í 2022, skrivar Sjóvinnustýrið.

Nummar tvey gjørdist Svitzer Tyr, eisini hjá Svitzer Faroe Islands, og nummar trý gjørdist Sjóborg hjá Skansi Offshore.

Tað er skipið við besta rakstrarúrslitinum, ið verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:

– Víðkað eftirlit – 3 stig (expanded)
– Meira nágreiniligt eftirlit – 2 stig (More Detailed Inspection)
– Innleiðandi eftirlit – 1 stig (Initial)

– Sjóvinnustýrið vil við átakinum “ársins skip” birta uppundir, at skip undir føroyskum flaggi verða rikin væl og trygt. Tað hevur týdning, at trygdin er í hásæti, men við góðum rakstrarúrslitum tryggja vit, at føroyska flaggið varðveitir status hjá Paris Mou sum eitt góðskuflagg. Hetta styrkir um marknaðarstøðuna hjá FAS, sum er eitt týðandi grundarlag fyri handilsflotan og stimbrar nationala kappingarførið, skrivar Sjóvinnustýrið.

Hetta er tíggjundu ferðina, at Sjóvinnustýrið kjósar ársins skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Svitzer Hymer í 2022, Hav Nes í 2021, Vinga Safir í 2019, Fure Ferder í 2018, Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.

Í løtuni eru 79 skip skrásett í FAS. Í fjør komu seks skip inn, meðan fimm skip fóru úr skrásetingini. Higartil í ár er eitt skip komið afturat í FAS-skipanina.