Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vilja gera film um Verdandi og lagnuna hjá einkjunum

Á seinasta býráðsfundi í Eysturkommunu læt kommunan 100 túsund í stuðli til ein film um sluppina Verdandi, sum gekk burtur i 1944 við 15 monnum. Søgan er í høvuðsheitum frásøgnin i bókini "Havið tók teir" um Verdandi

Eitt av teimum mongu skipunum, sum fórst undir krígnum, var „Verdandi“ hjá Símuni á Høgabóli í Saltangará.

Í nøkur ár hava Diane Schüssele, handritahøvundur, Dagmar Knöpfel, leikstjóri, og Valerie Saunders, framleiðari, arbeitt við einar filmsverkætlan um sluppina Verdandi og tær kvinnur, ið eftir sótu. Filmsheitið er Verdandi – Land of Maybe.

Talan er um ein fiktiónsfilm, sum tær tríggjar arbeiða við, men hann er bygdur yvir umrøddu hending og søguna um eina av einkjunum, Simonu Petersen i Syðrugøtu, og hvussu hon kláraði seg einsamøll við tveimum smáum døtrum. Hetta gjørdi hon fyrst og fremst við at binda skipstroyggjur og annað fyri ta fyritøkuna, sum førdi til Tøtingarvirkið – seinni Tøting.  

Eysturkommuna hevur áður latið hesi verkætlanini 100 túsund krónur, og á seinasta býráðsfundi avgjørdi kommunan at veita 100 túsund krónur afturat til filmsverkætlanina.

Enn restar umleið ein milliónir krónur í, áðrenn verkætlanin verður veruleiki.

Í umsóknini til Eysturkommunu verður víst á, at ein stórur partur av filminum gongur fyri seg í Syðrugøtu og at “The grand will be reinvested in the local community”.

Filmsverkætlanin er nú komin hartil, at handritið er nú skrivað á føroyskum, og at rithøvundurin, Diane Schüssele, og leikstjórin, Dagmar Knöpfel, eru byrjaðar at læra seg føroyskt.

Tey trý høvuðsfólkini hava verið í Føroyum fleiri ferðir í seinastuni í samband við filmsverkætlanina.

Tær tríggjar skriva, at “The film will be shown on German TV broadcaster BR, SR as well as ARTE. We also collaborate with the Faroese television KVF. The film will be released in cinemas in German speaking territories, Denmark and other European countries and of course premier on the Faroes. We plan to submit the film to international A-film festivals like Locarno, Berlinale or Cannes. This means Gøta will be seen in cinemas as well as on TV all over Europe. Thus, this film will go a long way in promoting tourism on the Faroes. We will showcase the islands’ spectacular nature and breathtaking views, as well as the area of Gøta”.

Tað var í oktober 1944, at sluppin Verdandi gekk burtur við fimtan monnum umborð.

Les eisini...  Arbeiðsbólkur: Einki til hindurs fyri egnari framhaldsdeild

Teir 15, sum fórust við „Verdandi“ vóru:

• Óli Larsen, Oyrarbakka, skipari, 55 ár.
• Jens Knudsen, Saltangará, bestimaður, 39 ár.
• Frants Davidsen, Strondum, motorpassari, 32 ár.
• Niels Martin Jacobsen, Streymnesi, kokkur, 48 ár.
• Samuel Petersen, Rituvík, 29 ár.
• Olaf Martin Larsen, Oyrarbakka, 22 ár.
• Christian Marius Sofus Frederik Højgaard, Rituvík, 50 ár.
• Petur A. Larsen, Oyrarbakka, 25 ár.
• Bill Justinussen, Glyvrum, 21 ár.
• Ernst Petersen, Rituvík, 22 ár.
• Daniel Jacob Henning Højgaard, Toftum, 25 ár.
• Olaf Jacob Larsen, Fuglafirði, 43 ár.
• Hans Pauli Frederik Højgaard, Rituvík, 22 ár.
• Thomas Jacob Høj, Strondum, 43 ár.
• Oliver Mikkelsen, Syðrugøtu, 38 ár.

Keldur: Eysturkommuna og Óli Jacobsen – Havið tók teir