Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Intra-beiggjarnir: – Vit hava nokkso torført við at fáa armarnar niður í løtuni

Intra hevur fingið eitt gott fótafesti á marknaðin í Føroyum og Grønlandi, og keypti seg inn á danska marknaðin í 2021, og í vikuni frættist, at Intra hevur keypt seg meira inn á danska marknaðin, og fer málrættað eftir klinikkum í Danmark. Intra hevur eisini sum mál at koma longur út í heimin við sínari vøru

– Vit hava fokus á danska marknaðin í eitt hálvt til eitt ár afturat, og fara so at hyggja eftir øðrum marknaðum. Tað hevur gingið væl, so beint nú er tað ringt at fáa armarnar niður, men vit arbeiða málrættað víðari at koma longur út við okkara vøru.

Tað sigur Jaspur Langaard, sum saman við bróðrinum, Reimundi, eiga meginpartin av fyritøkuni Intra, sum spílar seg út á danska marknaðinum.

Kt-fyritøkan, sum hevur sín heimstað í Saltangará í Føroyum og eisini kontór í Danmark, hevur fingið eitt gott fótafesti á marknaðin í Føroyum og Grønlandi, og keypir seg alsamt meira inn á danska marknaðin – við Framtaki í rygginum.

Intra hevur keypt danska navnafelagið, freistast ein at siga, Intras, og fer málrættað eftir klinikkum í Danmark, og í vikuni frættist, at Intra hevði gjørt avtalu við CompuGroup Medical í Danmark, stytt CGM, um at Intra selir sínar kt-loysnir til læknar og fysioterapeutar í Danmark.

– Nú hava vit eisini gjørt eina avtalu við Nasure, sum rekur EDI Portalen, um at tey hjálpa okkum at selja til tannlæknaklinikkirnar. Hetta er ein framúr góð avtala, tí allar danskar tannlækna klinikkir eru kundar hjá EDI Portalinum, sigur Reimund Langgaard.

Tað var fyrr í ár, at tað varð kunngjørt, at Intra varð “Ársins Íverkseti” í 2023 er kt-fyritøkan Intra, ið hevur sítt høvuðssæti í Saltangará. Hetta var á ársins Íverksetaradegi í Fuglafirði, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík skipaði fyri. 

– Tað hevur nógv at siga fyri okkum at fáa hesa viðurkenning. Tað er fyrst og fremst ein viðurkenning av fyritøkuni, men tað er eisini ein viðurkenning av okkara vøru. Hetta gevur okkum stórt marknaðarvirði at koma longur út. Tað gevur okkum eisini eyka orku, at tað ikki bert eru vit, ið trúgva upp á okkara vøru, men at tað eisini eru onnur, sum trúgvu upp á okkum, sigur Reimund Langgaard, sum saman við bróðrinum, Jaspuri, eru stjórar og eiga meginpartin av fyritøkuni.

Les eisini...  Ljóð-Samandráttur: NSÍ - 07Vestur

Hoyr samrøðu við Langgaard-brøðurnar í sendingini “Á Sýnini” her: