Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Runavíkar kommuna heitir á fólk um at lata vera við at tveita burturkast út í náttúruna

– Eg helt, at hetta var ein farin tíð, sigur býráðslimur í kommununi

– Tað er pínligt at myndugleikar mugu heita á fólk um ikki at tveita rusk út í náttúruna. Eg helt, at hetta var ein farin tíð.

Tað sigur Petur Hansen, býráðslimur í Runavíkar kommunu, á sínum Facebook-vanga, nú Runavíkar kommuna heitir á fólk um ikki at tveita burturkast út í náttúruna.

Áheitanin frá Runavíkar kommunu er soljóðandi:

“Nú verkfall hevur verið í meira enn tríggjar vikur, merkist tað veruliga hjá borgarum og vinnu, at burturkastið ikki verður heintað av IRF.

Myndugleikar ávara um, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað burturkast hópar seg upp uttandura. Um fuglar og skaðadjór, sum rotta, koma framat burturkastinum, kann hetta eisini økja um smittuvandan. Samstundis kann tað økja um talið av rottum, tí rottur finna sær føði í burturkasti.

Runavíkar kommuna vil heita á borgarar og vinnu, um ikki at tveita burturkast út í náttúruna.

Runavíkar kommuna hevur í fleiri ár lagt nógva orku í rottutýning við m.a. talgildari skrásetingarskipan, har rottukassar og rottufráboðanir verða skrásett, fyri at tryggja, at rotta ikki spjaðir seg. Hetta arbeiði verður undir størri trýsti, um ikki burturkastið verður handfarið forsvarligt.

Umhvørvisstovan hevur, saman við IRF og Kommunalu brennistøðini, skrivað nøkur góð ráð til hvussu burturkastið kann handfarast meðan verkfall er, sí https://www.us.fo/god-rad-um-burturkast-undir-verkfallinum/”.