Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Granskarar eru hugtiknir: Nýggj viðgerð móti lungnakrabba kann vera á veg

Úrslitini higartil við nýggjum heilivági fyri lungnakrabba eru so góð, at tað fær læknar og granskarar at geva standandi lógvabrestir til lungnaráðstevnu í USA, har Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni og serlækni, var til staðar

– Úrslitini frá CROWN kanningini síggja sera lovandi út, og tá ið úrslitini av kanningini vórðu løgd fram á ASCO ráðstevnuni, so reistu áhoyrararnir seg í salinum og klappaðu.

Tað sigur Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni í onkologi (krabbameinsfrøði, jour.) og serlækni í krabbameinssjúkum á Landssjúkrahúsinum, sum var til staðar í salinum, tá ið úrslitini av triðu fasu av  CROWN kanningini vórðu løgd fram á ráðstevnu í Chicago í USA.

ASCO rástevnan, sum er tann størsta ráðstevnan innan onkologi, verður hildin í Chicago á hvørjum ári.

Sæð yvir allan heimin, so er lungnakrabbi tað slagið av krabba, sum krevur flest mannalív. Umleið 1,8 milliónir fólk doyggja hvørt ár av lungnakrabba, og í Danmark verður mett, at bara 20 prosent av øllum monnum og 30 prosent av kvinnum, sum fáa staðfest lungnakrabba, eru á lívi fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest sjúkuna.

– Royking er nógv tann størsti risikofaktorurin, tá tað kemur til lungnakrabba, sigur Tordis.

Á ráðstevnuni vórðu nýggj hagtøl løgd fram, sum vístu úrslitini av nýggjum heilivági fyri lungnakrabba, har tað vísir seg, at teir flestu lungnakrabbasjúklingar høvdu yvirlivað í fimm ár uttan at sjúkan var vorðin verri, meðan tey tóku heilivágin Loviqua (Lorlatinib), og hetta er fyrstu ferð, at vísast kunnu á tílík hagtøl hjá lungnakrabbasjúklingum, har sjúkan er komin langt.

– Heilivágurin Lorlatinib verður givin sjúklingum við lungnakrabba, sum hava sokallaðu ALK-mutatiónina. Heilivágurin er bara virkin hjá sjúklingum við ALK-mutatiónini. Men tað virkar bara til ein lítlan undirbólk av krabbasjúklingum, ið hava ALK-mutatiónina. Tí tað eru bara tvey prosent av øllum krabbasjúklingum í Danmark, sum hava ALK-mutatiónina, sigur Tordis Kristiansdóttir.

Les eisini...  Bjørn Kalsø vendir Sambandsflokkinum bakið

Granskarar hava í kanningini samanlíknað nýggja heilivágin, Lorlatinib, við eldra heilivágin, Crizotinib. Kannað varð, hvussu virknaðurin var hjá 296 sjúklingum, sum ikki áður høvdu fingið viðgerð, og har sjúkan var komin langt hjá sjúklingum við ALK mutatión, ið er tað slagið av lungnakrabba, sum rakar serliga ung fólk, ið ikki hava roykt áður.

“Kanningin vísir styrkina við krabbavøksturfyribyrgjandi heilivági, sum kann geva okkum ein úrslitagóðan máta at steðga krabbameini og forða fyri, at tað spreiðir seg til heilan”, sigur bretski granskarin Charles Swanton frá bretska Cancer Research, sambært The Guardian.