Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politiið alvápnað til staðar á Strondum

Maður hóttir við byrsu

(Dagført klokkan 17:02)

Júst nú eru umleið 15 vápnað løgreglufólk til staðar við bátahylin niðanfyri læknaviðtaluna á Strondum.

FM1 skilir á lagnum, at ein maður er niðri við bátahylin, har hann hóttir við byrsu.

Politiið hevur ongar viðmerkingar til hendingina í løtuni.

Men heitt verður á fólk um at halda seg burtur frá økinum við bátahylin niðanfyri læknaviðtaluna á Strondum.

Løgreglan sigur við Kringvarpið klokkan 17, at talan er um ein mann, sum ikki hevur tað so gott, men at støðan er undir kontroll, men hevur ikki meira viðmerkingar enn tað.