Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóhann Lützen eigur nú Norðlýsið einsamallur

Í gjár boðaði Norðlýsið frá, at Jóhann Lützen hevur keypt hinar eigarnar út, og heldur hann fram sum stjóri í Norðlýsinum

Jóhann Lützen eigur nú Norðlýsið einsamallur. Hesum boðar Norðlýsið frá í tíðindaskrivið.

Í gjár keypti Jóhann Lützen hinar eigarnar út, og fer hann at halda fram sum stjóri í Norðlýsinum. Sambært Jóhann Lützen er tørvurin á Norðlýsinum enn líka stórur, sum hann var á stovningardegnum.

– Árini hava gingið skjótt, eg havi stórtrivist og lært nógv, vit hava haft góð úrslit og kendu eisini til avbjóðingarnar í koronutíðini. Norðlýsið er ein mentanarberi her norðuri og eg fari at halda fram at tryggjað, at Norðlýsið framhaldandi verður ein savnandi snúðningsmiðil hjá fólki, virkjum, stovnum, politikarum, áhugafeløgum, frítíðarfelagsskapum og øðrum, sigur Jóhann Lützen.

Jóhann Lützen keypti Norðlýsið saman við feðgunum Palla og Jóannes Skorheim frá Oliver Joensen í 2017.