Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samráðingarnar slitnaðu – verkfallið heldur fram

Arbeiðarafeløgini vilja tó syrgja fyri, atd stovnar verða gjørdir reinir, so teir kunnu lata uppaftur

Hóast partarnir á arbeiðsmarknaðinum fóru til samráðingar aftur saman við semingsmanninum, so gav tað onki úrslit.

Samráðingarnar slitnaði og verkfallið heldur fram.

Í gjárkvøldið var staðfest, at ikki bar til at koma víðari og partarnir fóru aftur hvør til sín – og verkfallið heldur fram.

-Tá forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum gjørdu sær tann ómak at senda út eina yvirlýsing um, at tey vildu samráðast, hildu vit, at tey meintu nakað við tað. Men har var eingin vilji at flyta seg yvirhøvur, og tað hava vit ongantíð upplivað í slíkari samráðing áður, sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

-Vit halda tað verða óseriøst og ábyrgdarleyst at senda yvirlýsing út, fyri síðani at gera tað øvugta av tí, man hevur signalerað. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so føla vit okkum hildin fyri gjøldur. Vit vita, at tað eru nógvir føroyingar, sum veruliga høvdu vónað, at semingsroyndin bar á mál, og vit kunnu bara harmast, at tað ikki eydnaðist. Men fortreytin fyri einari semju er, at mótparturin eisini vil samráðast og flyta seg, og tað var tíverri ikki støðan í hesari semingsroyndini.”sigur Niels Winther at enda..

Arbeiðarafeløgini hava í felag sent eina yvirlýsing, har tey skriva:

-Góðu Føroya fólk, av hjarta vilja vit takka tykkum fyri, at tit hava staðið við okkara lið í hesi verkfalstíð. Vit vita, at tykkara gerandisdagur er nógv órógvaður av verkfallinum. 

Tí harmast vit veruliga, at semingin ikki bar á mál. Fyri arbeiðarafeløgini merkir hetta, at verkfallið heldur fram.

Okkara átøk skulu fyrst og fremst raka limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Les eisini...  Ingilín: Batar í barsilsskipanini

At Vinnuhúsið hevur biðið sínar limir um at skerja lønina hjá øðrum starvsfólki, ið ikki fær møtt til arbeiðis orsaka av verkfallinum, leggur bara stein oman á byrðu hjá vanligum fólki. 

Tí hava vit avgjørt at virka fyri, at dagstovnar aftur kunnu lata upp. Vit geva tí undantøk á dagstovnaøkinum, til reingerðarfólk og burturbeining av ruski frá mánamorgni 10. juni, soleiðis, at barnafamiljur aftur sleppa til arbeiðis. 

Vit vita, at vit bert røkka á mál, við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru, og sum ikki fáa brennievni.

Tí vóna vit eisini, at hesi undantøk vísa, at hetta er ikki eitt stríð móti Føroya fólki, men eitt stríð fyri verkafólki. 

Tøkk fyri stuðulin, saman vinna vit stríðið fyri ordiligari løn til verkafólk!