Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dømdur fyri grovan harðskap

Verður sendur av landinum í dag

Í gjár var grundlógaravhoyring í Føroya rætti, har ein maður, ein útlendingur, varð dømdur fyri grovan harðskap. Dómurin ljóðar upp á 60 daga treytaða fongsulsrevsing.

Umframt at sekt varð ásett, so bleiv maðurin vístur av landinum – við innferðarforboð í fimm ár.

Dømdi maðurin situr í varðhaldi, og verður vístur av landinum í dag.

Tað var tíðliga leygarkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan um harðskap í einum bústaði í Havn millum tveir mans.

Nú dømdi maðurin varð handtikin, meðan hin maðurin, eisini ein útlendingur, endaði á Landssjúkrahúsinum, har hann enn fær viðgerð fyri sínar snuddir.