Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fara at samstarva um persónstryggingar

Føroya Banki fer nú at bjóða kundum persónstryggingar í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV

Fyritøkurnar siga, at samstarvið fer at gera møguligt at arbeiða við at menna og knýta í felags føroyskar sjálvgreiðsluloysnir í framtíðini.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at tað er ein fyrimunur, at samskiftið er á føroyskum, tá tað kemur til persónsstryggingar, tað er lívstryggingar og óarbeiðsføristryggingar.

– Ein fyrimunur er eisini, at tað fer at bera til hjá kundum at síggja allar sínar persónstryggingar saman við møguligum øðrum tryggingum, ið tey hava í LÍV, beinleiðis á kundaportalinum, MíttLÍV, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.