Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

07 Vestur veit einki um at Holst ætlar sær heim í úrtið

Frederik Holst sigur við Tipsblaðið, at hann flytur til Danmarkar í summar av persónligum orsøkum, men tað er ikki nakað sum hansara núverandi felag kennir til

– Vit vita einki um, at Holst ætlar sær heim í summar, so vit standa eitt sindur spyrjandi.

Tað sigur formaðurin í 07 Vestri, Jens Kristian Haraldsen, við FM1, eftir at 07 Vestur spælarin Frederik Holst, í samrøðu við danska Tipsblaðið í vikuskiftinum, sigur, at hann fer aftur til Danmarkar í summar, nú hann verður pápi aftur í august.

– Kona mín er upp á vegin, og vit fáa eina lítla gentu í august. Eg haldi, at tíðin er røtt at venda aftur til Danmark, nú familjan verður størri. Eg gleði meg til at fáa stabilitet og njóta familjulívið, samstundis sum eg skal spæla fótbólt í Danmark, sigur Frederik Holst í samrøðu við Tipsblaðið.

Men hetta er ikki nakað, sum leiðslan í 07 Vestri kennir til.

– Hann hevur sáttmála við okkum árið út, so tað mugu vit taka eitt prát um í leiðsluni, við venjaran og við spælaran sjálvan, sigur formaðurin.

FM1 skilir á lagnum, at spælarin hevur verið í Danmark seinastu dagarnar, og at hann ynskir at verða loystur úr sáttmálanum í summar. Fundur verður eftir øllum at døma millum felagið og spælaran ein av komandi døgunum.

29 ára gamli fyrrverandi Brøndby-spælarin, Frederik Holst, kom til 07 Vestur áðrenn hetta kappingarárið, og tað er ein spælari við rættiliga flottum CV-ið og nógvum royndum, sum felagsliðið í Vágum fekk í sín hóp.

Í 2012 var Holst einans 17 ár, tá ið hann fekk pláss í byrjanaruppstillingini hjá Brøndby. Tá var hann yngsti spælarin nakrantíð, sum slapp at byrja ein dyst fyri Brøndby, og spældi fast við liðnum árini 2013 til 2017, tá hann flutti til Sparta Rotterdam í Niðurlondum upp á ein free transfer.

Les eisini...  Steypakappingin hjá kvinnum: 07 Vestur og KÍ halda fram

Eftir eitt kappingarár har, fór hann víðari til svensku Elfsborg, har hann spældi í nøkur ár. Síðan hevur hann havt stuttar sáttmálar við norsku Lillestrøm, Helsingborg, UTA Arad í Rumenia, áðrenn hann gjørdi sáttmála við 07 Vestur í mars í ár.

Frederik Holst er skrásettur fyri 11 dystir fyri 07 Vestur.