Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú kemur námsætlan fyri kvøðing

Námsætlanin í kravda undirvísingarevninum kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi er nú góðkend. Hon kemur í gildi eftir summarfrítíðina

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur góðkent námsætlanina í kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi komin. Hon kemur í gildi eftir summarfrítíðina – tann 1. august 2024.

Nám hevur gjørt námsætlanina og tilhoyrandi leiðbeining í samstarvi við Elin Mariu Ó. Olsen og Jónleif Johannesen, lærarar. Námsætlanin var til hoyringar hjá skúlum og øðrum viðkomandi stovnum í vár.

Námsætlanin er knýtt at støðisnámsætlanini, sum kom í gildi 1. august 2023.

Føroyski dansurin er í tí hepnu støðu, at hann í fleiri enn 25 ár hevur verið kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Kvæðahugaðir lærarar hava leingi víst á, at tað hevur stóran týdning at fáa námsætlan, um dansinum skal verða lív lagað.

Kelda: Nám og Skúlablaðið