Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Noah til HB

Talan er um leigusáttmála restina av hesum kappingarárinum

Tað ljóðar nú heilt vist, at HB fer at gera avtalu við norska felagið Bryne um at leiga Noah Mneney restina av hesum kappingarárinum.

Tað siga keldur fyri FM1.

Noah Hans Mneney er 21-ára gamal, og hevur spælt við Bryne síðan hann skifti til felagið í 2023. Men hann hevur ikki spælt nógv í hesum kappingarárinum, og tí hevur hann verið settur í samband við føroyskan fótbólt aftur nú í summar, og nú verður hann so leigaður restina av hesum kappingarárinum.

Áðrenn hann fór til Bryne, so spældi hann við Víkingi, har hann spældi 73 dystir í Betri-deildini, 13 í steypakappingini og fýra dystir í Conference League. Upprunaliga hevur Noah spælt við ÍF í ungdómsdeildunum.

Noah hevur spælt á øllum føroysku ungdómslandsliðum frá U17 til U21, og er skrásettur fyri fimm A-landsdystir fyri Føroyar.