Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tessa kemur til Føroya við egnum bólki

Danskir miðlar siga, at Tessa avlýsir sína konsert í Føroyum, tí hon vil ikki "standa á palli saman við einum skemmara", sum spælir við bólkinum, ið hon upprunaliga skuldi spæla við á Voxbotn. Hon kemur kortini til Føroya nú í juni við egnum bólki, siga fyriskipararnir av Voxbotn

Rapparin Tessa sigur í samrøðu við B.T., at hon vil ikki “standa á palli saman við einum skemmara”.

Hetta sigur hon í samband við, at tað er komið fram í dokumentarrøðini “Sexisme i musikbranchen”, sum verður víst á DR í hesum døgum, at ein limur í bólkinum, The Antonelli Orchestra, er komin við nøkrum ópassandi viðmerkingum til kvinnuligar tónleikarar.

Danskir miðlar skriva, at Tessa hevur í hesum sambandi avlýst tvær konsertir – harav tann eina er á Voxbotn, har hon skuldi spæla saman við The Antonelli Orchestra – men hon kemur til Føroya kortini.

Fyriskipararnir av Voxbotn, Vox Entertainment, siga við FM1, at Tessa verður at hoyra á ársins Voxbotn, og at hon kemur til Føroya við egnum bólki. Hon hevur bara avlýst at spæla saman við The Antonelli Orchestra.

Tessa sigur í samrøðuni við B.T., at hon hevur persónliga ikki havt nakrar keðiligar upplivingar við hesum ítøkiliga liminum í bólkinum, The Antonelli Orchestra.

Voxbotn verður tann 29. juni.