Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar umhugsa støðuna í Norðurlandaráðnum

Fundur verður í morgin millum landsstýrið og umboð okkara í Norðurlandaráðnum

Føroyski limaskapurin í Norðurlandaráðnum er til viðgerðar í hesum døgum.

Í gjár luttók Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, á fundi í Malmø við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum.

Bjarni Kárason Petersen gjørdi á fundinum enn einaferð vart við, at Føroyar ikki eru nøgdsar við núverandi støðuna og vilja hava svar uppá, um broytingar verða gjørdar í Helsingfors-sáttmálanum, so Føroyar, Grønland og Áland kunnu fáa fullan limaskap.

Í næstu viku hevur formansskapurin í Norðurlandaráðnum fund. har Jphan Dahl eisini luttekur.

Undan fundinum hitta løgmaður og Bjarni Káarason Peterseen, landsstýrismaður, føroysku umboðini í ráðnum fyri at avstemma hvat Føroyar gera, henda ongar broytingar í Helsingfprs-sáttmálanum.