Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dómaraprát í B36 Varpinum

Í B36 Varpinum hósdagin tann 20. juni er gesturin Jóhan Hendrik Ellefsen, FIFA-dómari. Jóhan Hendrik er formaður í dómarafelagnum, eins og hann hevur drúgvar royndir sum dómari á ovastu rók í føroyskum fótbólti.

Vit fara at práta um dómarayrkið í síni heild, og um hví tað bæði kann vera gevandi og mennandi hjá ungum fólki at gerast fótbóltsdómari. Vit koma eisini inn á, hvussu tað er at vera dómari í einum lítlum fótbóltsumhvørvi sum tí føroyska, og um hvussu tað kenst at vera dómari, tá fleiri hundrað áskoðarar vilja hjálpa tær at døma dystin.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.