Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Amerikanskt flogfar flýgur lágt yvir Føroyum

Í dag kemur eitt amerikanskt HC-130J-flogfar til Vágar.

Í hesum sambandi hevur flogfarið fingið loyvi at flúgva lágt yvir Føroyum seinnapartin.

Talan er um eitt flogfar hjá New York National Guard, sum er serútgjørt til leiting og bjarging.

Flogfarið stendur í Vágum um vikuskiftið og fer avstað aftur sunnudagin.