Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skil fáast á Dr. Jacobsensgøtu

NÚ SKULU VIT HAVA EINA ORDILIGA HANDILSGØTU

Nú skal skil fáast á, so Dr. Jacobsensgøta í Havn gerst ein verulig handilsgøta frá Káta Horni út á Svínarygg. Tað samtykti býráðoð í gjár.

Eitt uppskot er tilevnað til eina møguliga skipan av handilsgøtuni, sum fevnir um nýggja
ferðsluloysn og átøk at seta í verk til summarið í ár..

Átøkini fevna um dagføringar og fríðkanir av gongubreytum, gonguteigum, uppihaldsøkjum, ljósseting, býarrúmsinnbúgvi, súkkluparkering, blómubeðum og gróðurseting.

Harafturat verður arbeitt við at skapa ein dám og samleika fyri handilsgøtuna við einum eyðkendum liti, list og prýði, ið skal vera við til at sameina handilsgøtuna frá Káta horninum til gamla kirkjugarðin. Sí skipanina av Doktara Jakobsens gøtu.

Grundin til, at hetta verður gjørt nú er, at tey gandlandi hava heitt á kommununa um at fáa hetta gjørt og fyrst og fremst at bøta um ferðsluviðurskiftini í gøtuni.