Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danska stjórnin sinnað at góðkenna talgildu føroysku koyrikortini

Danska stjórnin ætlar at gera eina skipan, har føroysk talgild koyrikort verða góðkend í Danmark og arbeiða fyri, at donsk talgild koyrikoyrt verða góðkend í Føroyum. Tað er greitt eftir fund millum Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin, og Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra

– Í mínum hugaheimi eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurningur, tí hvør kann vera ímóti, at eitt danskt talgilt koyrikoyrt kann brúkast í Føroyum, tá danir eru sinnaðir at góðkenna føroyska koyrikortið í talgildu skipanini í Danmark, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, í tíðindaskrivi, eftir at málið um talgild koyrikort hevur verið umrøtt fleiri ferðir við Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra.

Fólkatingskvinnan hevur tikið málið upp við ráðharran, tí hon hevur fingið fleiri áheitanir um, at føroyingar eru ónøgdir við, at hevur tú eitt føroyskt koyrikoyrt, so ber ikki til at fáa tað góðkent í donsku talgildu skipanini.

Harafturat, so verður eitt danskt talgilt koyrikort heldur ikki góðkent í føroysku skipanini í dag.

Anna Falkenberg sigur, at Thomas Danielsen hevur lovað henni, at ein loysn kann setast í verk í Danmark, soleiðis at føroysku koyrikortini verða partur av talgildu skipanini í Danmark.

– Tað er upp til føroyskar mynduleikar at avgera, um eitt danskt talgilt koyrikoyrt kann brúkast í Føroyum. Ferðslumálaráðharran vil helst loysa málið undir einum, og tí fer hann at venda sær til landsstýrið, sigur Anna Falkenberg.

Danski ferðslumálaráðharrin hevur í fundi við Annu Falkenberg sagt, at neyðugt verður at samstarva við føroysku stjórnina og myndugleikarnarnar, ið standa fyri koyrikortunum.

– Málið fer at gagna túsundtals føroyingum í Danmark, ið kunnu fáa føroyska koyrikortið við sær á telefonina, og harafturat sleppa danir í Føroyum undan at skifta koyrikort, sigur Anna Falkenberg.