Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan venur 07 Vestur

07 Vestur hevur sett Dan Brimsvík sum høvuðsvenjara fram til endan av 2026

07 Vestur hevur gjørt avtalu við fyrrverandi B36-venjaran, Dan Brimsvík, um at hann skal venja besta liðið í Vágum.

Avtalan røkkur til endan av 2026 skrivar felagið í einum tíðindaskrivi.

– Vit meta, at Dan Brimsvík hevur rætta venjaraprofilin, og gleða okkum til gott og mennandi samstarv, har Dan við sínum førleikum og royndum fær lyft felagið á eitt enn hægri støði – innanfyri og uttanfyri vøllin.

Felagið skrivar, at komandi tíðina skal serligt fokus leggjast á at fáa spælt nakrar av ungu talentunum inn á besta liðið.

– Tað er umráðandi, at tann menningin heldur fram, og at bygt verður uppá í felagnum, bæði á og uttanfyri vøllin, skrivar felagið.

Dan hevur UEFA A-Lisens og hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í fleiri ár. Eisini hevur Dan royndir sum høvuðsungdómsvenjari hjá B36, ítróttarleiðari hjá Hvidovre Elite og høvuðsvenjari hjá U14-U15 Elite hjá Lyngby BK, umframt at Dan er útbúgvin Bachelor í Ítróttarvísind frá Københavns Universitet.

– Eg vóni at kunna byggja uppá tað góða arbeiði sum longu er gjørt í felagnum. Eftir nøkur góð prát við starvsnevndina, kenni eg meg sannførdan um, at vit síggja somu framtíðar møguleikar í felagnum.

– Nógvir dugnaligir leikarar eru í felagnum, og hetta sæst aftur á stigatalvuni har liðið roynir at fáa fatur á ovara hálvuni. Samstundis er heilt týðiligt at síggja, at góða og drúgva arbeiðið, ið er lagt í ungdómsdeildina yvir fleiri ár nú sæst aftur, tí nógvir ungir evnaríkir leikarar eru í løtuni í felagnum. Hetta setir stór krøv til okkum í venjaratoyminum, tí okkara uppgáva verður, umframt at menna liðið, at menna einstaklingarnir soleiðis at ungu leikararnir yvir tíð hava møguleika at býta seg fastar á Betri liðnum, sigur Dan Brimsvík.

Les eisini...  Formaðurin í Føroya Lærarafelag: Tað eru løgtingslimir sum vilja hava vetrarfrí

Dan byrjar í sínum nýggja starvi ein av komandi døgunum.