Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Formaðurin í Føroya Lærarafelag: Tað eru løgtingslimir sum vilja hava vetrarfrí

– Lærarar eru ymiskir á máli, hvørt vit eiga at hava eina vetrarfrí ella ikki. Ein partur vísur á, at næmingarnir kunnu vera troyttir, tá páskirnar liggja seint, og tí eiga vit at umhugsa eina vetrarfrí, men aðrir vísa á, at tíðarskeiðið frá jólum til páskirnar eru besta tíðarskeiðið til fakligu undirvísingina, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, sum roknar við at fáa fundarboð, áðrenn nøkur verulig viðgerð verður av málinum

– Lærarar eru ymiskir á máli, hvørt vit eiga at hava eina vetrarfrí ella ikki. Ein partur vísur á, at næmingarnir kunnu vera troyttir, tá páskirnar liggja seint, og tí eiga vit at umhugsa eina vetrarfrí, men aðrir vísa á, at tíðarskeiðið frá jólum til páskirnar eru besta tíðarskeiðið til fakligu undirvísingina, tí at tíðin er long og uttan nakað brot, sum órógvar undirvísingina, ein vetrarfrí fer at taka frá hesi tíðini. So skeri eg teg har, so missi eg teg har, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

Hann sigur, at tað hevur ávirkan fyri tey í fólkaskúlanum, hvar skúladagarnir liggja, so at næmingarnir hava bestu umstøður at læra. Tí mugu frítíðirnar eisini leggjast upp ímóti, nær skúladagarnir liggja best, heldur hann.

– Í sambandi við eina frítíð í fólkaskúlanum tekur tað tíð at rigga tað av, sum arbeitt verður við, og tað tekur tíð at finna arbeiðslagið aftur eftir frítíðina. Hjá nógvum næmingunum koppar svøvnurin á høvdið í frítíðini, í song á midnátt og upp á middegi, og fyrstu dagarnar eftir frítíðina eru nógvir næmingarnir illa svøvntir, og arbeiðslagið er hareftir. Um ein frítíð verður løgd aftrat skúlaárinum, so fara fleiri skúladagar til at rigga til og at rigga av.

Jacob Eli vísir á, at frítíðirnar í skúlanum hava søguliga hingið saman við virkseminum í samfelagnum. Summarfrítíðin er tá ljósa tíðin er, og vit kunnu verða úti, jólin eru tá vit savnast, og í heystfrítíðini verða fjøllini verða gingin.

Í svari til Eirikkur í Jákupsstovu og Liljuna Weihe sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, at vetrarferian skal eftir ætlan leggjast frá 12. til 18. februar.

Les eisini...  Samrøða við Anniku Fríðheim Petersen um Final Four hálvfinalusigurin hjá Nykøbing Falster

– Tá prátið nú er um eina vetrarferiu, hvat virksemi er so tongt at tíðini fyrst í februar? Veðrið í februar í Føroyum er ikki til útilív, men nøkur vísa á skíðferiu, men tað er ikki ráðini hjá øllum til tað. So um vit skulu broyta frítíðirnar í fólkaskúlanum, so eiga vit at hugsa um, hvør vinningurin er, og hvat vit missa.

– Í samgonguskjalinum er ásett, at samgongan fer at endurskoða skúlafrítíðina saman við avvarðandi pørtum, so tað var væntandi, at frítíðir í fólkaskúlanum og sum vit nú síggja eisini vetrarfrí koma til umrøðu. Tá limir í samgonguni nú seta spurningar um vetrarfrí, og landsstýrismaðurin svarar so sannførdur, so rokna vit við at fáa fundarboð, áðrenn nøkur verulig viðgerð verður av málinum, skrivar formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen.