Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grindin í Hvannasundi hildin til

Talan var um 230 hval og drápið gekk hampiligt

– Drápið gekk hampiliga gott. Partur av grindini gjørdi landgongd, meðan restin mátti hálast inn, sigur grindaformaðurin í Hvannasundi, Elmar Simonsen, við Kringvarpið.

Grindin taldi umleið 230 hval, upplýsir grindaformaðurin.

Tað vóru ikki nóg nógv fólk á sandinum, so teir máttu bíða eina løtu, áðrenn meira fólk komu til, so grindin kundi haldast til.

Í morgun var grindaøki lýst í Hvannasundi, har grindin skuldi haldast til, so óviðkomandi fólk hildu seg burtur frá økinum.

Grindaformaðurin upplýsir, at tað vóru nøkur fólk frá djóraverndarfelagsskapum.

– Løgreglan tók sær av onkrum av djóraverndarfólkunum, sum vóru møtt upp, sigur grindaformaðurin í Hvannasundi, Elmar Simonsen, við Kringvarpið.