Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bara tríggir kvinnuligir bankastjórar í ríkinum

– Hetta er ikki gott nokk, sigur Turið Arge, stjóri í Føroya Banka

– Tað er ikki gott nokk, at tað skjótt bara eru tveir kvinnuligir fyritaksstjórar í teimum umleið 60 pengastovnunum í Danmark. Telja vit pengastovnarnar í Føroyum og Grønlandi við, so kemur talið upp á tríggjar kvinnuligar fyritaksstjórar í ríkinum, og tað er ikki gott nokk. Tað kunnu og eiga vit at gera betur, nógv betur.

Tað sigur stjórin í Føroya Banka, Turið Arge, í einum innleggi á Linkedin í samband við, at Børsen hevur skrivað eina grein, har tað verður staðfest, at tað skjótt bara verða tveir kvinnuligir fyrisitingarstjórar í bankum í Danmark, hóast bankarnir í fleiri førum hava sagt, at tað skulu fleiri kvinnur í stjórnirnar hjá bankum í Danmark.

Børsen skrivar, at fíggjarligi geirin í Danmark hevur brúkt nógva orku at tosa um kynsjavnvágin og at seta høg mál hesum viðvíkjandi, men at hetta ikki hevur borið frukt. Sum dømi verður nevnt í greinini, at kynsjavnvágin í Norra, Svøríki og Íslandi sær heilt øðrvísi út enn í Danmark, tí har er betri kynsjavnvágur, enn tað er í Danmark.

Stjórin í Føroya Banka vísir á, at bankin hevur í fleiri ár hava sum aðalmál at røkka javnari kynsjavnvág millum leiðararnar í samtakinum.

– Vit hava sum endamál, at hvørki av kynunum skal vera undirumboðað við minni enn 40 prosent, tá tað kemur til leiðarastørv, og í dag hava vit eins nógvar kvinnur sum menn, ið eru leiðarar.

Stjórin í Føroya Banka vísir á, at hon hevur lagt til merkis, at tær samrøður hon hevur havt og tær, hon hevur lisið, er vinkulin ofta, at fyrst handlar tað um kvinnuna og síðan stjóran – hvussu kvinnan hevur stríðst í einum mansdomineraðum heimi. Hennara torføra veg til toppin, samstundis sum familjulív og arbeiðslív skal sampakka; hvussu tað er at vera kvinna og stjóri – og ikki bara stjóri.

Les eisini...  Summi børn sótu í barnavogninum tá tey blivu stungin

– Misskil meg ikki. Hesar søgur er týdningarmiklar. Tosið um og við kvinnur í leiðslu er týdningarmikið. Men tíverri bera orðini um kvinnuna ofta bráð av fremmandagering av kvinnuni á toppinum, ið eg eri bangin fyri er við til at styggja ungar kvinnur burtur. Tær síggja seg ikki í leiðandi størvum – hvørki hagfrøðiliga ella í ansvekjandi lýsingum av kvinnum í leiðslum, sigur Turið Arge.

Hon heldur, at ein av avleiðingunum av hesum er, at vit missa nógv klók, kreativ og nýhugsandi fólk, sum kundu verið við til at betra um einkultu arbeiðsplássini – og ikki minst fyri fíggjargeiran.

– Tað er als ikki gott nokk, eftir so nógv ár við endamálsfráboðanum og stevnumiðum. Vit mugu taka okkum saman og vísa, at vit í fíggjargeiranum eisini her kunnu finna útav at seta handling aftanfyri orðini, fyri at loysa ein eftirhondini alt, alt ov gamlan spurning anno 2024, sigur stjórin í Føroya Banka.