Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danska sjóverjan keypir nýggjar bjargingarbátar í skundi eftir óhapp á sjónum

Teir núverandi bjargingarbátarnir eru ikki egnaðir, tá tað er ófantaligt í sjónum

Fólkatingið hevur í skundi samtykt at keypa nakrar bjargingarbátar til sjóverjuna.

Tað upplýsir danska verjumálaráðið í einum tíðindaskrivi.

Teir nýggju bjargingarbátarnir skulu loysa núverandi bjargingarbátarnar hjá sjóverjuni av, sum millum annað hevur eftirlit við sjónum kring Føroyar og Grønland.

Tað hevur víst seg, at núverandi bjargingarbátar hjá donsku sjóverjuni, sum eru av modellinum Pro-740 RHIB, hava víst seg ikki at vera væl egnaðir, tá tað er tungt í sjónum.

– Núverandi bjargingarbátar liva tíverri ikki upp til krøvini fyriskipanardeild donsku sjóverjunnar. Tí eru flokkarnir, sum gjørdu verjusemjuna, vorðin samd um at skaffa nýggjar bjargingarbátar í skundi, sum livir upp til tørvin í Norðuratlantshavi og umborð á fregattunum, sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.

Arktisk Kommando hevur upplýst fyri Sermitsiaq, at sjóverjan hevur seks gummibátar, sum bert hava havt loyvi at brúkt í serligum føri eftir óhapp í 2021, tá ein gummibátur holvdist.

Tað var í september í 2021, at ein av bjargingarbátunum umborð á verjuskipinum Ejnar Mikkelsen holvdist, har tveir mans endaðu undir bátinum, mistu vitið, men sluppu frá óhappinum við lívinum.

Arktisk Kommando undirstrikar yvirfyri Sermitsiaq, at hesir gummibátar ofta verða brúktir til ymisk endamál, men at tað hevur verið við ymiskum avmarkingum.