Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein maður handtikin fyri harðskap á skeinkistaði í Havn

Spurningurin er, hvørt varðhaldsfongslingin skal leingjast ella ikki

Eftir ein harðskapstilburð í Havnini sunnunáttina, so bleiv ein maður handtikin í samband við tilburðin.

Maðurin situr nú í varðhaldi, meðan ákæruvaldið arbeiðir við málinum, hvat víðari skal henda.

Órættaði, sum endaði á Landssjúkrahúsinum til nærri kanningar, hevur greitt frá, at hann varð álopin av tveimum fólkum, og løgreglan fekk eisini nøvnini á teimum.

Nærri kanningar hava víst, at talan var um ein gerningsmann, sum løgreglan handtók í gjár.

Vaktleiðarin sigur, at ákæruvaldið fer møguliga at krevja, at maðurin verður varðhaldsfongslaður, meðan løgreglan arbeiðir víðari við málinum, men hevur ongar viðmerkingar til hví.

Gerningsmaðurin kann verða afturhildin av løgregluni í 24 tímar, so hin møguleikin er, at maðurin verður leyslatin aftur, og skal so bíða eftir, at málið verður viðgjørt í Føroya rætti.