Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hondbóltsmenninir vunnu í Tokyo

Hóast sigurin bert var við einum máli, so stýrdu Føroyar dystinum móti Japan í seinna hálvleiki, eftir at fyrri hálvleikur var nakað misjavnur. Føroyar vunnu 30-29, eftir hálvleiksstøðuna 15-14 til Føroyar

Japanska hondbóltssambandið hevði gjørt nógv burturúr dystinum við lasarshowi, royki, sangi og dansi, og vóru eisini nógvir áskoðarar til dystin. Japanarar hava lagt nógv fyri at fyrireika seg til OL, og hava teir sett kenda spanska venjaran, Antonia Carlos Ortega, sum eisini er venjari hjá Barcelona, at leiða teir til OL.

Føroyska spælið var heldur misjavnt í fyrra hálvleiki og vóru tað japanarar, sum vóru frammanfyri størsta partin av hálvleikinum. Japanarar spældu sítt eyðkenda skjóta og fótfima spæl, men var fysiska trýstið ikki eins tungt og okkara eru vanir við í Europa. Verjan stóð hampuliga væl, men vóru heldur nógvar tekniskar villur í álopinum, har menn høvdu ilt við at finna hvønn annan. Mesta plássið var at finna á vengrunum, har okkara fingu nógv pláss í dag. Hetta sæst eisini aftur á málskjúttunum, har Allan Norðberg, á høgra vongi, gjørdi sjey, meðan Leivur Mortensen og Rói Berg Hansen, á vinstra, gjørdu ávikavist trý og tvey mál.

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældu ikki so nógv í fyrra hálvleiki, men tað mesta av seinna, har hann var heilt framúr í sínum assistspælið. Tað var við hesum at okkara vunnu seg fimm mál framum um miðjan seinna hálvleik, og høvdu okkara fult tamarhald á dystinum um miðjan hálvleik. Nicholas Satchwell var eisini komin inn í føroyska málið og hevði hann fitt av bjargingum. Føroyska leiðslan var tó líka við at gleppa. Fyrst settu Føroyar sjey mans á vøllin eftir eitt leikbrá, har okkara vóru undirtal og fingu harvið eina útvísing afturat. Hareftir tá fýra minuttir restaðu og Føroyar vóru í undirtali, fingu tveir føroyskir leikarar útvísing fyri kjaftaslit og okkara vóru tríggir í undirtalið. Vilhelm Poulsen bjargaði tó degnum við fyrst at skora í undirtali og síðani fiska ein bólt í verjustøðu og 30-29 sigurin var tryggjaður.

Les eisini...  Tíðindasendingin klokkan 17 - 14. juni 2023

– Hetta var ein frálíkur venjingardystur hjá Føroyum, har allir føroysku leikararnir komu á vøllin og vóru eisini tíggju ymiskir málskjúttar. Allan Norðberg er einsamallur høgri vongur í hópinum á hesum túrinum og spældi hann sum einasti maður 60 minuttir. Hann vísti eisini sínar dygdir og var hann toppskjútti saman við Eliasi á Skipagøtu við sjey málum hvør, skrivar Hondbóltssambandið.

Føroyar og Japan møtast aftur í seinna vinardystinum mikudagin 3. juli kl. 10.30, føroyska tíð.

Dysturin kann stroymast her: https://www.youtube.com/live/plIJWmQF9Wk?si=qvOgPXvA8wX1f-4K

Dystargongdin Japan – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 5-2
15. min. 6-5
20 min. 8-6
25 min. 11-9
30 min. 13-14
35 min. 15-17
40 min. 17-20
45 min. 19-24
50 min. 22-26
55 min. 25-28
60 min. 29-30

Málskjúttar hjá Føroyum:
Allan Norðberg 7
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (4)
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3
Vilhelm Poulsen 3
Kjartan Johansen 2
Rói Berg Hansen 2
Rói á Skipagøtu 1
Jónas Gunnarson Djurhuus 1
Bjarni í Selvindi 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 4 bjargingar (30 min. – fyrri hálvleikur)
Nicholas Satchwell 8 bjargingar (30 min. – seinni hálvleikur)

Kelda: Hondbóltssamband Føroya