Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skúlin á Skúlatrøð skal hava nýggjan stjóra

Vagn Foldbo fer í starv sum deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, og tí søkir Undirvísingarstýrið eftir nýggjum stjóra at seta frá 1. september

Undirvísingarstýrið sóknast eftir nýggjum stjóra til skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík.

Skúlastjórin skal hava áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í einum av størstu fólkaskúlunum í Føroyum, skrivar Undirvísingarstýrið.

Vagn Foldbo, sum hevur verið skúlastjóri, er settur í starv sum deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum frá 1. august 2024, har hann kemur at standa á odda fyri deildini fyri undirvísing, dygd og tænastur.

Vagn hevur verið skúlastjóri á Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík síðan 2015.

Starvið sum skúlastjóri á Skúlatrøð verður lýst leyst at seta frá 1. sept. 2024 ella sum skjótast eftir tað.

Á Skúlatrøð eru skúlaárið 2024/25 í alt 751 næmingar innskrivaðir í 1.-10. flokk. Eitt sertilboð er eisini skipað við 56 næmingum. Starvsfólkaliðið á Skúlatrøð er um 80 ársverk.

Á Skúlatrøð er móttøkuskúli fyri næmingum úr hinum skúlunum í Norðoyggjum. Næmingarnir koma í hádeildina á Skúlatrøð. Skúlin umsitur eisini felags førleikastovu fyri skúlarnar í Norðoyggjum.

Í starvslýsingini stendur eitt nú, at skúlastjórin skal standa á odda fyri dagførdari, fakligari og  námsfrøðiligari menning og fremja mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk hava umstøður fyri fakligari. Harumframt skal skúlastjórin virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við fyriliti fyri næmingum og starvsfólki.

Tað ber til at lesa starvslýsingina her

Keldur: Skúlablaðið og Undirvísingarstýrið