Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tríggir bilførarar tiknir at koyra ov skjótt Undir Fossum í Klaksvík

Koyrdu ávikavist 63, 64 og 68 kilometrar um tíman, har tað bert er loyvt at koyra 40 kilometrar um tíman

Gjáramorgunin gjørdi løgreglan í Klaksvík ferðslukanningar á vegastrekkinum Undir Fossum í Klaksvík, har tað bert ert loyvt at koyra 40 kilometrar um tíman. Í ein tíma vórðu tríggir bilførarar skrivaðir niður í svørtu bók fyri at koyra ov skjótt.

Teir tríggir bilførararnir, sum komu í svørtubók hjá løgregluni í gjár, vórðu máldir at koyra ávikavist 63, 64 og 68 kilometrar um tíman.

– Ein bilførari fekk klipp, ein fekk koyriforboð og hin triði fekk treytaða frádøming av koyrikortinum. Haraftrat fingu allir tríggir bilførararnir eina bót í part, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í morgun.

Bilførarin, sum koyrdi 64 kilometrar um tíman, fekk koyriforboð, tí hann hevur havt koyrikort í minni enn trý ár. Fyri ikki at missa koyrikortið heilt, so skal viðkomandi upp til nýggja koyriroynd.

Bilførarin, sum varð máldur at koyra 68 kilometrar um tíman, noyðist eisini upp til nýggja koyriroynd, skal hann ikki missa tað heilt.

Løgreglan boðaði annars fyrr í summar frá, at hon fór at vera meira til staðar í økinum, Undir Fossum, í Klaksvík at gera ferðslukanningar, nú hámarksferðin er 40 kilometrar um tíman har.