Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heini Hátún: Gongst sum ætlað so letur nýggja sjósavnið upp í 2028

Higartil hevur Føroya Sjósavn savnað 45 milliónir krónur til verkætlanina at gera nýtt sjósavn, men hesir pengar eru tengdir av, at Sjósavnið fær til vega samlaðu fíggingina til verkætlanina innan árið er úti. Stjórin í Føroya Sjósavn, Heini Hátún, vitjaði sendingina "Á Sýnini", har hann greiddi frá, hvussu gongst við verkætlanini

Á heysti í fjør frættist, at fyrireikingar til at byggja nýtt sjósavn á Argjum vóru byrjaðar.

Sjósavnið skal byggjast í økinum, har verandi sjósavn er. 

Nýggi bygningurin fer at vera 2.000 fermetrar til støddar, og samlaði kapasiteturin av øllum akvarium verður um 700 tons, har ætlanin er, at í sjálvum hjartanum í verkætlanini verður eitt akvarium, ið tekur 600 tons av vatni.

Stjórin í Føroya Sjósavn, Heini Hátún, sigur, at eitt nútímans sjósavn er upplagt at hava í Føroyum. Danmark hevur 12 sjósøvn (Oceanarium og akvarium), meðan einki ordiligt Oceanarium er í útnorðri (Føroyar, Ísland og Grønland).

– Okkara verður tað fyrsta, sum fevnir um hesar ómetaligu havvíddir, sigur hann.

Víðari sigur hann, at Føroyar eru stórt sæð bara hav og okkara samfelag og vælferð byggir á úrtøku úr havinum. At varðveita og skapa samband við havið hevur alstóran týdning, nú nýmótans samfelagið minkar um sambandið við náttúruna og alnótin tekur yvir. Vit mugu vita um náttúruna fyri at vera góð við hana og ansa eftir henni.

– Sjósavnið verður ein vitanardepil um havið, har vit fáa samband við havið við upplivingum, spæli og undirvísing. Her verður havgransking samansjóðað og framd, og okkara sjóborni mentanararvur verður eisini miðlaður og ein partur av upplivingini.

Nýggja Sjósavnið skal verða eitt savningarstað fyri øll, beint við Sandagerð, og verkætlanin verður mett at kosta 113 milliónir krónur.

Heini Hátún vitjaði sendingina “Á Sýnini” her á FM1, har hann greiddi nærri frá verkætlanini, og hvussu gongur at finna fígging til verkætlanina.

(Samrøðan kann hoyrast frá 36:43 minutti):

Les eisini...  Stórsteypadysturin hjá kvinnum KÍ-NSÍ - beinleiðis á FM1 frá klokkan 15.55