Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

379 hava søkt um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum komandi skúlaár

Tá umsóknarfreistin var úti mánakvøldið á midnátt, vóru 379 umsóknir komnar um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya næsta lestrarár. Munandi fleiri hava søkt um masterlesna komandi skúlaár, enn farnu árini

Talið á umsóknum í ár er á eini góðari leið, heldur leiðslan á Setrinum, hóast talið er eitt vet – 2,5 prosent – minni enn í fjør.

379 umsóknir eru komnar til lestrarárið 2024/25 samanborið við 389 í fjør.

Serliga hava tær tríggjar útbúgvingarnar í føroyskum gjørt eitt gott hál í ár – 24 umsóknir í ár í mun til einans sjey umsóknir í fjør.

– Tað frøast vit sjálvandi um, tí føroysktútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum, sum er einasta føroyska universitet í heiminum, skal jú hava okkara serliga ans, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari. 

Færri hava søkt inn á námsvísindi og sjúkrarøktarfrøði, meðan læraraútbúgvingin og búskaparfrøði hava væl fleiri umsóknir enn undanfarnu tvey árini.

Vert er eisini at leggja til merkis, at áhugin fyri masterlestri á Setrinum er vaksin fitt. Til dømis hava heilsuvísindi og samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði nógv fleiri umsóknir enn seinast.

Eisini skal nevnast, at fleiri av útbúgvingunum bara verða bodnar út annaðhvørt ár, og tað ávirkar tølini. Til dømis varð bachelor í løgfrøði ikki boðin út í ár, og tann útbúgvingin fekk heilar 58 umsóknir í fjør.

Arbeitt verður nú við at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar um upptøku í seinasta lagi 12. juli.
 
Niðan fyri sæst umsóknartalið býtt á útbúgvingar. Gevið gætur, at talan er einans um fyribilstøl enn, so onkrar smávegis broytingar kunnu koma.

Bachelorumsóknir   
202420232022
Sjúkrarøktarfrøði, summar404438
Sjúkrarøktarfrøði, vetur425564
Føroyskt14410
Fólkaskúlalærari735264
Námsfrøðingur394654
KT-verkfrøði151846
Verkfrøði 10 
Diplom í webmenning35 
Søga656
Stjórnmálafrøði1584
Samfelagsvísindi898
Búskaparfrøði og virkisfrøði241612
Løgfrøði 58 
Lívfrøði & Mýlalívsvísindi30 28
Listaligt arbeiði 10 
    
Bachelorumsóknir tilsamans309340334
    
Hjánámsumsóknir   
202420232022
Føroyskt411
Søga & Samfelagsvísindi 04
    
Hjánámsumsóknir tilsamans415
    
Masterumsóknir   
202420232022
Heilsuvísindi28 19
Søga334
Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði1699
Embætisprógv í lóg13 13
Løgfrøði 33
Føroyskt625
Leiðsla og skipan 15 
Dátuvísindi 16 
    
Masterumsóknir tilsamans664853
    
Umsóknir tilsamans379389392

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya