Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 fingið nýggjan vinstra bakk

Síðan Magne Hoseth kom til B36, so hevur felagið leitað eftir einum vinstra bakki, og hann er nú keyptur í Start í Norra

– Eg vil, at mínir bakkar renna aftur og fram eftir síðulinjuni, og við virðing fyri Magnusi Egilsson, sum hevur gjørt tað gott í miðverjuni, men sum hevur sæð eitt sindur moyrur út, tá hann hevur spælt á bakkinum, so leita vit eftir einum orkumiklum spælara at spæla á vinstra bakki.

Soleiðis segði Magne Hoseth í samrøðu við FM1 týsdagin, tá hann bleiv spurdur, um hann leitaði eftir spælarum at styrkja B36-hópin, og nú er greitt, at hann hevur fingið sín mann, tí í gjár kunngjørdi B36, at Fabian Østigård Ness hevur skrivað undir sáttmála við B36.

Fabian er keyptur úr Start í Norra, og avtalan er galdandi fyri hetta kappingarárið.

24 ára gamli norðmaðurin hevur spælt við IK Start, sum spælir í norsku OBOS-ligaini, sum er næstbesta deildin. Árini 2018 til 2022 spældi hann fyri Grorud, sum eisini var í næstbestu deildini.

Hann hevur samanlagt spælt 119 dystir í OBOS-ligaini, og er skrásettur fyri at hava spælt 13 fyri Start í ár ella samanlagt 696 minuttir í Start.

Fabian Østigård Ness hevur fyri tað mesta spælt sum vinstri bakkur, men hevur eisini spælt sum vongspælari í vinstru síðu.

Roknað verður ikki við, at Fabian Ness verður við móti í hópinum, sum fer til Klaksvíkar í kvøld, men hann verður við í ferðalagnum, sum mánakvøldið fer til Lettlands at spæla í Conference League móti Auda. Tann dysturin verður spældur mikudagin í komandi viku.